Ljóð og Ljósútgerð til øll endamál
Um okkum
Ljóð og ljós síðan 2001
Fyritøkan Ljóð-Tøkni varð sett á stovn í 2001 av Hjalmar Hvítklett og Una Svabo Joensen, við tí fyri eyga at levera eitt dygdargott tilboð av ljóð og ljós útgerð til mentanarligtiltøk í Føroyum. Fyritøkan hevur voksið nógv um virksemið síðan 2001, og er í dag helst størsti veitarin innan ljóð og ljós í Føroyum. Uni Svabo Joensen valdi í 2007 at selja sín part av fyritøkuni til Hjalmar Hvítklett, sum so í dag er einsamallur eigari, og stjóri á Ljóð-Tøkni.
Ljóð-Tøkni tekur sær av útleigan og sølu av ljóð-, ljós- og AV-útgerð. Eisini taka vit okkum av installatiónum av tøkni og netverki.