Ljóð og Ljósútgerð til øll endamál

Pallar

Mobilur pallur og pall útbygging

Mobili pallurin hjá Ljóð-tøkni er nógv brúktur til uttandura konsertir og tiltøk runt í Føroyum. Pallurin hevur verið høvuðspallur á Voxbotn, Tórfest og Countryfestivalinum í fleiri ár. Eisini hevur hann verið at sæð á Sjómannadegnum, Vesturskyn, Faroe Pride og nógv annað.

Sjálvur pallurin er 8x6m, men kann byggjast út til 13.5x6m við eyka pallplátum.

Eisini er møguleiki at gera pall burturúr pallplátum (podium). Hetta verður nógv brúkt til m.a. lítla pall á Tórsfest og Voxbotn, Tórspall á Ólavsøku, konsertir í ítróttarhøllum og meira.

Pláturnar eru 2x1m til støddar, og er tað tí eisini væl egnað til minni pallar til heiðursmerkjahandanir, trubadurpall og annað.

Til uttandurabrúk hava vit eina yvirtrom, sum er 10x6m.

Møguleikarnir eru nógvir. Set teg í samband við okkum, so finna vit bestu loysnina saman.

Tilrættislegg næsta tiltak saman við okkum
+298 565500 . info@lt.fo
Fá eitt óbindandi tilboð
Ljóð-Tøkni veitir ljóð og ljós til øll endamál og vit veita fegin ein óbindandi prís.

Skriva til okkara við at fylla frymilin út til høgru og vit venda aftur skjótast møguligt.
Vit umboða m.a.