Ljóð og Ljósútgerð til øll endamál

Lærupláss

Ljóðtøkni sum lærupláss


Hjá Ljóðtøkni verður tú partur av einum professionellum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har høg faklig dygd, ábyrgd og menning eru í miðdeplinum.

Vit arbeiða dagliga við tekniskum loysnum innan ljóð, ljós, video og AV, og okkara uppgávur fevna um alt frá føstum installatiónum og vinnuloysnunum til ráðstevnur, konsertir, festivalar og størri tekniskar framleiðslur.

Sum lærlingur hjá Ljóðtøkni fært tú eina breiða og praktiska upplæring. Tú verður frá byrjan tikin við í veruligar uppgávur og fært stigvíst størri ábyrgd, samstundis sum tú arbeiðir saman við royndum starvsfólkum og fær fakliga vegleiðing.

Tú fært royndir við øllum arbeiðsgongdum í eini tekniskari framleiðslu – frá fyrireiking, planlegging og klárgering av útgerð til uppseting, test, avvikling og niðurtøku. Harumframt fært tú innlit í kundasamskifti, trygd, arbeiðsplanlegging og tær mannagongdir, sum krevjast fyri at levera eina professionella loysn.

Hjá okkum leggja vit dent á, at lærlingurin ikki bert lærir at nýta útgerðina, men eisini fær eina grundleggjandi fatan av tøknini, arbeiðsháttunum og ábyrgdini, sum hoyrir til fakið.

Málið er at útbúgva dugnalig og sjálvstøðug fakfólk, sum eru væl fyrireikað til eina framtíð innan AV- og eventtøkni.

Ljóðtøkni bjóðar sostatt eitt lærupláss við fjølbroyttum uppgávum, professionellari útgerð og góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning.

 

Er tú áhugað/ur í hesum kanst tú senda okkum ein teldupost, og lívsrensl á info@lt.fo, ella ringja til Pól Holm á telefon +298 565503

Tilrættislegg næsta tiltak saman við okkum
+298 565500 . info@lt.fo
Fá eitt óbindandi tilboð
Ljóð-Tøkni veitir ljóð og ljós til øll endamál og vit veita fegin ein óbindandi prís.

Skriva til okkara við at fylla frymilin út til høgru og vit venda aftur skjótast møguligt.
Vit umboða m.a.